Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrst Sjálvstýrisflokkurin – so Nýtt Sjálvstýri – og nú bara Sjálvstýri

Helgi Abrahamsen

Navnið ”Nýtt Sjálvstýri” bleiv ikki gamalt. Í juni 2015 boðaði Sjálvstýrisflokkurin frá, at flokkurin hevði fingið navnabroyting til ”Nýtt Sjálvstýri”, og longu nú broytir flokkurin aftur navn. Nýggja navnið er ”Sjálvstýri”.

Sambært Jógvani Skorheim, floksformanni, var tað ongantíð ætlanin, at navnið ”Nýtt Sjálvstýri” skuldi verða brúkt leingi.

”Hugsað  var, at hetta skuldi vera eitt tíðaravmarkað heiti, tí øll vita vit, at nýtt er ikki nýtt til allar tíðir,” sigur hann.

”Flokkurin er í eini broytingartíð, og seinasta ári er tingmannatalið tvífaldað, samstundis sum flokkurin eisini er tvífaldaður í Klaksvíkar kommunu, og er í dag størsti flokkur í Norðoyggjum,” sigur Jógvan Skorheim.

Arbeitt hevur verið eina tíð við uppskoti um at broyta stevnuskránna hjá flokkinum, og tað uppskotið verður lagt fyri fyrstkomandi aðalfund.

”Ætlanin við arbeiðinum er, at stevnuskráin svarar betur til nútíðar avbjóðingar. Seinast stevnuskráin varð tillaga var í 1997, og er okkara samfelag munandi broytt síðani,” sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri.

Nýggja búmerkið hjá Sjálvstýri líkist tí gamla. Bara orðið ”nýtt” er tikið burturúr.