– Hvørja ferð eitt kappingarár verður skotið í gongd, so vekir tað heilt serligar kenslur í okkum. Hvør ítróttargrein verður sett í samband við eina árstíð, okkurt minni kemur fram, og vit gerast spent til, hvussu kappingarárið fer at hilnast, soleiðis sigur borgarstjórin, Karl Johansen, sum eisini er klárur til eitt nýtt fótbóltsár.
Kappingarárið í fótbólti 2021 varð skotið í gongd seinasta vikuskifti, men sunnudagin verður fyrsta bríksl á heimavølli, tá ið KÍ skal leika ímóti NSÍ.
Kommunan hevur í fleiri ár arbeitt við at betra um umstøðurnar við Djúpumýru, og sigast má, at úrslitið er blivið gott. Nýggja skýlið hevur verið ein stór íløga, sum nú endaligt er komin á mál, og sunnudagin verður nýggja skýlið á fyrsta sinnið tikið alment í brúk.
Karl Johansen fegnast um umstøðurnar við Djúpumýru.
– Tað er onki at ivast í, at hendan íløgan fer at gagna Norðoyggjum, tí gjøgnum nógv ára tíggju eru norðoyingar komnir saman við vøllin, og umstøðurnar eru við hesi íløguni bara blivnar betri. Ítróttarøkið í kommununi verður somuleiðis lyft upp á eitt altjóða støðið, sum m.a. tryggjar ítróttin langt inn í framtíðina, tá hugsa verður um, at møguleiki nú eisini er at bjóða karmar til altjóða fótbóltsdystir.
– Umframt at KÍ fær góðar umstøður, so eri eg vísur í, at størri kappingar við Djúpumýru eisini fara at merkja handils- og matstovuvinnuna í býnum, og tað er at fegnast um, sigur borgarstjórin.
Á seinasta býráðsfundi varð annars samtykt at byggja áskoðarpláss til leikvøllin við Djúpumýru í Jógvan Waagsteinsgøtu. Hesi pláss verða klár í summar, um farið verður í gongd við arbeiðið beinavegin.
Borgarstjórin sigur, at tað verður spennandi at fylgja leikgongdini hjá KÍ komandi árini.
– Mín vón er sjálvandi, at betraðu umstøðurnar fara at styrkja trivnaðin og samanhaldið í felagnum enn meira. Somuleiðis vóni eg, at allir norðoyingar møta fjølmentir, tá vit sunnudagin taka nýggja skýlið í brúk. Tað ger heldur ikki upplivingina verri, um KÍ eisini vinnur sín fyrsta heimadyst, sigur Karl Johansen við einum smíli.


