Hetta sigur Bjarni Mikkelsen frá Umhvørvisstovuni um myndirnar, sum Norðlýsið tók við byrgingina í Haraldssundi langa fríggjadag.
Navn Bjarni Mikkelsen Dagur 22. Mar. 2008 09:56
Yvirskrift Fyrsta eygleiðing í Føroyum
Út frá myndum av hvalinum, ið sæddur var í Haraldssundi 21 mars 2008, tykjist alt benda á at hetta var ein sokallaður "Pygmy" ella "Dwarf" spermhvalur (Kogia sp.). Hetta eru lítil hvalasløg, mesta long 3.5 m, ið hava sína útbreiðslu í heitari sjógvi kring jarðarknøttin. Sløgini eru eyðmerkt við at hava táknulíknandi rípu aftanvert eygað, lítlan kjaft og spermaset likam í kúluni, eins og spermhvalurin. Sløgini eru sera lík, og verða greina sundur á tal av tonnum. Hetta er fyrstu ferð at slíkt hvalaslag er eygleitt í Føroyum.




