Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta føroyska Operan væl umtøkt

John William Joensen

Frá Norðurlandahúsinum verður upplýst at heili 1284 atgongumerki vóru seld

Tað kann ikki annað sigast enn at fyrsta føryska operan “Í óðamansgarði” hevði sera góða undirtøku millum manna.

Frá norðurlandahúsinum verður upplýst at baði fyrsta og seinasta kvøldið vóru sýningarnar útseldar.

Av teimum 1284 atgongumerkjunum vóru 250 innbjóðingar sum fyri tað mesta vóru send sponsorum. Fyrsta kvøldið vóru 200 innboðin men annars mugu vit siga at undirtøkan var rættuliga stór og fólk vóru sera væl nøgd.

Hóskvøldið 12/10 vóru 360 atgongumerkir seld.
Fríggjakvøldið 13/10 vóru 239 atgongumerki seld.
Leygarkvøldið 14/10 vóru 302 atgongumerki seld.
Sunnudagin 15/10 vóru 383 atgongumerki seld.

Sponsorarnir av fyrstu føroysku operuni vóru:
Atlantic Petroleum, Mentamálaráðið (The Cultural Ministry of the Faroe Islands), Mentanargrunnur Landsins (The Culture Fund of the Faroe Islands), Tjóðpallur Føroya (The National Stage of the Faroe Islands), Norðurlandahúsið (The Nordic House), Nordisk Kulturfond (The Nordic Culture Fund), Tórshavnar Býráð (The Municipality of Tórshavn), Fjølrit, Atlantic Airways, Kunststyrelsen (The Danish Arts Agency), Landsmiðstøðin (Educational Centre of the Faroe Islands), Ferðaráð Føroya.

Harleyfacadeacryl