Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta gullið til KÍ í 17 ár

Jákup Ósá

(Dystarfrásøgn) Tað bleiv ein søguligur dagur á Tórsvølli 27. august 2016, tá KÍ vann sítt fyrsta steypagull í 17 ár.


Hetta bleiv ein dagur, sum øll KÍ viðhaldsfólk altíð fara at minnast. Dagurin tá KÍ aftur kom á toppin í føroyskum steypafótbólti. Og hóast tað er ein lítil skomm, at eitt so søguríkt og stór felag einki skal hava vunnið í 17 ár, so gjørdi longa bíðitíðin tað til nakað serligt.

Smyril savnaði norðoyingar

Klaksvíkar Kommuna hevði fingið í lag, at Smyril sigldi til dystin eins og í gomlum døgum. Og júst Smyril var ein minniligur partur av degnum. Nærum 1000 KÍ áskoðarar vóru umborð og stemningurin var heilt framúr í góða veðrinum. Mynduleikarnir eiga stórt rós fyri, at hetta lat seg gera. Víkingur hevur verið í finaluni ofta seinastu árini og tí vita bæði hópur og áskoðarar, hvat skal til fyri at skapa optimala stemningin ein slíkan dag. Men tað var meira ivasamt, hvat KÍ áskoðararnir komu við. Men sigast má, at hóast hetta var fyrsta royndin, so avrikaðu norðoyingar uttanfyri vøllin eitt fantastiskt avrik. Skrúðgonga var frá Smyrli og niðan á vøllin við Bláa Kláa og KÍ bilum á odda og sjálvsagt við einum steðgi á so nevndu KÍ trappuni.

Dysturin var spennandi allan vegin

Sjálv finalan verður ikki mint fyri nakað gott fótbóltsspæl. Tí talan var um ein tættan dyst, har hvørgan av liðunum fekk sítt spæl orduliga at koyra. KÍ hevði sínar løtur, men samanlagt átti Víkingur kanska munin í spæli og møguleikum. KÍ kom á odda eftir hornaspark, sum Páll A. Klettskarð skoraði uppá. Eftir málið tók Víkingur yvir og eitt mál lá í luftini sum eisini kom, tá Andreas Lava Olsen skoraði til 1-1. Í seinna hálvleiki hendi ikki tað stóra, men einu ferðina kom Hans Pauli Samuelsen at standa púra leysur og so var 1-1. Í seinna hálvleiki gekk fyri tað mesta javnt á, men teir møguleikarnir sum vóru átti Víkingur. Tann størsta fekk Hans Pauli Samuelsen, men hann skeyt langt uppum úr góðari støðu. Seinastu løtuna av dystinum sá man, at orkan hjá fleiri Víkinga leikarum var uppi og tí var ikki so óvæntað, at KÍ kom orduliga inn aftur í dystin í longdu leiktíðini. Tað var hendingaríkt í longdu leiktíðini, har bæði liðini høvdu fleiri góðar møguleikar, men endin var at einki mál kom.

Ísakaldir KÍ skjúttar

Tí bleiv finalan avgjørd uppá brotssparkskapping. Mong hugsaðu helst, at nú hevði Víkingur munin, tí Víkingur hevur vunnið brotssparkskapping fleiri ferðir seinastu árini. KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen var eisini djarvur, tí hann setti teir báðar yngstu leikararnar á liðnum at taka tey bæði fyrstu brotsspørkini. Men bæði Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen vóru ísakaldir, og tað vóru Páll A. Klettskarð og Niels Pauli Danielsen eisini. Hjá Víkingi vóru teir eisini tryggir burtursæð frá Erling Jacobsen, sum skeyt uppum. Tað gjørdi, at gøtumaðurin Súni Olsen skuldi taka avgerandi brotssparkið. Hann tók sær góða tíð at ganga fram ímóti brotssparksplettinum og hann var tryggur, tá hann skoraði til stóra gleði fyri mongu norðoyingarnar. Tað merktist, at hetta høvdu norðoyingar bíða leingi eftir og gleðin fekk ongan enda. Túrurin norður aftur við Smyrli var minniligur og tað kókaði allan vegin. Við Djúpumýru høvdu KÍ og Klaksvíkar Kommuna skipa fyri stórfingnari móttøku. Ein stórur og minniligur dagur fyri hóp og stóru áskoðarafjøldina hjá KÍ, har alt gekk upp í eina hægri eind. Tað er lætt at fáa eina leikliga betri finalu, men karmarnar kring finaluna 2016 vera truplar at hækka og tað eiga serliga fantastisku áskoðararnir hjá KÍ og Víkingi stóran heiður av.

KÍ er steypavinnari 2016. Hjartaliga til lukku við tí!

Harleyfacadeacryl