Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta HM stigið nakrantíð til føroyska kvinnulandsliðið

Oliver Joensen

 Føroyska kvinnulandsliðið stóð fyri sera góðum undirhaldi á Tórsvølli í kvøld. Frammanundan dystinum høvdu vit vónir um, at tað kanska fór at bera til at fáa stig ímóti Bosnia/Hersigovina. Men við dystar byrjan og langt inn í dystin, sá tó út sum um Bosnia/Hersigovina fór at fara avstað við øllum, tí vit vístu smædni og komu sjálvdan til atsøknir ímóti málinum hjá Bosnia/Hersigovina og tá so mótstøðulið okkara fekk eitt mál í hálvum fyrra hálvleiki, mundu fleiri halda at dysturin var avgjørdur tá fari var til hálvleiks.

Byrjanin av seinna hálvleiki líktist fyrra, men so við og við komu føroysku kvinnurnar alt meira og meira við og í 75. minutti sendi Eyðvør Klakstein eina perlu av einum skoti úr nakað útifrá í høgru síðu, málmaðurin hjá Bosnia/Hersigovina kláraði ikki at halda ímóti harða skotinum, ið kom dygst uppi undir yvirliggjaranum og inn í málið. Hetta sýntist at geva okkara kvinnum megi og restina av dystinum kundu vit væl fingið eitt mál afturat ella bæði tvey, men dysturin endaði við úrslitinum 1-1. Fyrsta HM stigið nakrantíð til føroyska fótbóltslandsliðið.

Flott kvinnur, ikki bara at tit fingu stigið, men ikki minst eitt avbera gott undirhald. Ein flottur fótbóltsdystur.