Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta HT- pisan

John William Joensen

Í dag fekk fyrsti næmingurin í ár, Jan Djurhhuus prógv á HT útbúgvingini á Tekniska skúlanum í Klaksvík.

Síðsta próvtøkan var lærugreinin Bygging og Orka á A-stigið, ið var tøknisergreinin ið Jan hevði valt.
Próvtøkan hevur gingið stak væl hjá Jan millum annað fekk hann próvtalið 13 í
enskum á A stigi.
Í ár fáa 22 SIT- næmingar og 9 HT-næmingar prógv frá Tekniska skúla í
Klaksvík. Prógvhandan verður úti í Grøv fríggjadagin, 24. juni, kl.10.00,
gestarøðari verður John Johannesen, sjournalistur og løgtingsmaður.
Tilgongdin til Tekniska skúla er stór og komandi skúlaár byrja 70 nýggir
næmingar á skúlanum. Á  HT útbúgvingini, ið er ein teknisk studentspróvtøka,
ið tekur 3 ár er fullsett. Í august byrja 24 HT-næmingar í Klaksvík.