Talan er um ungan leikara, ið kostar Liverpool áleið 50 milliónir.
Týski Liverpool venjarin Jurgen Klopp hevur enn ikki havt møguleika at keypt nakran leikara. Men nú nærkast, tí fyrsta keypið sigst næstan vera komið undir land sambært flestu ensku miðlunum.
Talan er um 19 ára gamlan serba, ið spælir við Reyðu Stjørnu í Serbia. Marko Grujic er miðvallarleikari, sum kostar Liverpool umleið 50 milliónir. Hann kemur tó ikki til Liverpool enn, tí serbiska felagið leigar leikaran fram til komandi summar. Sambært fleiri enskum miðlum er tað hjálparvenjarin hjá Klopp, Zeljko Buvac, ið er frá Bosnia Herzegovina, ið hevur viðmælt leikaran. Niðanfyri eru klipp av leikaranum.




