Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta plássið endaliga staðfest

Oliver Joensen

Við sigri á VB ídag staðfesti Stjørnan, at tær verða nummar, og harvið annað liðið í fm-finaluni. Tað stendur púra opið, hvat hitt liðið í finaluni verður. VB og Neistin liggja jøvn á øðrum plássi við 20 stigum

Í einum ikki serliga væl leiktum dysti í KÍ-høllini ídag har Stjørnan vann 25-21 á VB, er endaliga staðfest, at Stjørnan verður nummar eitt í innleiðandi umfarinum, og sostatt hevur tryggjað sær pláss í fm-finaluni. Eftir at Neistin mikukvøldið vann á útivølli mót VB og í gjár vann á VÍF, stendur á jøvnum millum VB og Neistan á øðrum plássið, bæði liðini hava 20 stig, meðan Stjørnan á fyrsta plássi hevur 29. Nú bert fýra umfør eru eftir at leika, er tað sostatt onki lið sum taka Stjørnuna.
Dysturin í dag var merktur av nógvum mistøkum og misnýttum málmøguleikum. Tað var Stjørnan sum hevði munin allan dystin, hóast VB onkra løtu í seinna hálvleiki fekk um munin til eitt mál, so tikist tað, sum at Stjørnan hevði støðuna undir kontrol, tær skuldu bara vinna, og harvið endaliga tryggja sær eitt pláss í fm-finaluni.
Málini hjá Stjørnuni skutu: Simona 8, Durita C. 6, Joan 3, Bára 3, Anna Kristina 3, og Durita M. 1