Norðoyatunnilin sigur í innbjóðing til m.o. fjølmiðlarnar, at ætlanin er at sprongja fyrsta skotið fyri Norðoyatunnlinum hósdagin 18. desember.
So verður rættuligur skjøtil settur á. P/F Norðoyatunnilin. P/F Norðoyatunnilin sigur, at fyrsta skotið verður sprongt hósdagin seinnapart og at aftaná verður eitthvørt hátíðarhald í Bygdarhúsinum í Lorvík. Sum skilst, so verður roknað við at tað koma at ganga umleið tvey ár frá tí at fyrsta skotið er sprongt og til koyrandi er ígjøgnum tunnulin um alt gongur eftir ætlan.




