Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fyrsta tap á heimavølli hjá KÍ í 53 landskappingardystum

Jákup Ósá

Á seinasta leikdegi, tá KÍ fekk FM-steypið handað, so tapti KÍ sín fyrsta landskappingardyst í góð trý ár.

Í 1. umfarinum í 2020 tapti KÍ á heimavølli móti B36, meðan síðani hevur KÍ ikki tapt í landskappingini á heimavølli fram til í gjár móti Víkingi. Í 94. minutti avgjørdi Víkingur við brotssparki og tað merkti, at í 53. dystinum steðgaði røðin hjá KÍ uttan tap.

Tapið kom ikki óvæntað á, tí sum Norðlýsið skrivaði undan dystinum, so var KÍ sambært veddingarfyritøkum og tipparum fyri fyrstu ferð í fleiri ár ikki favorittur til ein landskappingardyst á heimavølli.