Tað bleiv – kanska typiskt sæð – KÍ, sum bleiv fyrsta liðið, sum megnaði at vinna ein landskappingardyst í Gundadali móti B36 undir klaksvíkinginum Eyðuni Klakstein sum venjara.
Klaksvíkingurin Eyðun Klakstein hevur í fjør og í ár verið venjari hjá B36. Og væl hevur gingist. Í fjør megnaði liðið fyri fyrstu ferð í søgu felagsins at endurvinna føroyameistaraheitið. Í ár er liðið hóast tap í gjár framvegis millum liðini, sum spæla um føroyameistaraheitið.
Tapið hjá B36 í gjár var tað fyrsta á heimavølli í landskappingini síðani 2014. Tað merkir, at hetta var fyrstu ferð, at Eyðun Klakstein tapti ein dyst á heimavølli. Tískil gingu 22 dystir áðrenn hann tapti á heimavølli. Útfrá hagtølunum hjá FaroeSoccer er hann tann B36 venjarin í nýggjari tíð – og kanska yvirhøvur? – sum hevur hægsta tal av dystum á heimavølli áðrenn fyrsta tap.
Mynd: Bjarni Enghamar




