Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta tjóðveldisumboð úr Vágum í 50 ár – og meiriluti av kvinnum í tingbólkinum hjá Tjóðveldi

John William Joensen

Tá Løgtingið kemur saman í morgin, hósdagin 29. mai, verður skrivað søga hjá Tjóðveldi og hjá tinginum sum heild

Sólfríð Fjalsbak úr Miðvági tekur sæti á tingi fyri Olaf í Garði Joensen, sum hevur biðið um farloyvi.

Fyrsti tingmaður fyri Tjóðveldi var D.P. Danielsen úr Miðvági, sum varð valdur í Vága valdømi í 1950, og hann sat á tingi til 1958. Síðani hevur Tjóðveldi ikki havt umboð úr Vágum, og Sólfríð Fjalsbak verður sostatt bæði fyrsta tjóðveldiskvinna úr Vágum á tingi og fyrsta tjóðveldisumboð úr Vágum í hálva øld.

Sama dag tekur Óluva Klettskarð úr Haraldssundi sæti á tingið fyri Páll á Reynatúgvu, sum hevur biðið um farloyvi.

Óluva hevur verið á tingi áður hesa tingsetuna – og tað er eisini søguligt, at Tjóðveldi hevur tvey fólk úr Kunoynni á tingi, nevniliga Óluvu Klettskarð og Heina O. Heinesen.

Meðan Sólfríð Fjalsbak og Óluva Klettskarð eru inni, hevur Tjóðveldi 5 kvinnur á tingi av 8 tinglimum.

Hetta er sostat fyrstu ferð, at ein av flokkur hevur meiriluta av kvinnum á Føroya Løgtingi.

Tórshavn 28. mai 2008

Tjóðveldi