Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta undanvalið til forsetavalið í USA er í dag

Helgi Abrahamsen

Í dag er fyrst undanvalið til forsetavalið í USA. Valið er í statinum Iowa, har góðar 3 mió. fólk búgva. Men hóast staturin ikki er fólkaríkur, so verður valið í Iowa mett at hava stóran týdning, tí úrslitið har gevur fyrstu ábendingina um, hvørji tvey valevni fara at kappast um forsetasessin á valinum tann 8. november.

Hagtølini vísa, at meira enn helvtin av teimum valevnunum, sum síðani 1980 hava vunnið í Iowa, eru endað við at gerast valevni á sjálvum forsetavalinum.

Hjá Demokratunum vísa veljarakanningar, at fyrrverandi forsetafrúan, Hillary Clinton liggur á odda og hjá Republikanarunum liggur Donald Trump á odda.