Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta uppgávan hjá Ziska

John William Joensen

Bjargingarbáturin Ziska noyddist í kvøld at hjálpa til við at flyta útróðarbátin Elsu, sum lá við síðuna av Brimnes, sum sakk fyrr í dag

Hetta var samstundis fyrsta uppgávan hjá Ziska, sum annars ikki enn er klárur at taka í nýtslu.
– Vit royndu okkum fyrst við einum øðrum báti, men fingu um skrúvuna og vóru tí noyddir at fara til hjálpar við Ziska, sigur Marius Magnussen, formaður í Norðoya Bjargingarfelag, í stuttari viðmerking.