Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta venjingin gav onkrar ábendingar

Jákup Ósá

Fær KÍ leikari møguleikan í álopinum? Tað tykist vist, hvør nýggjur leikari spælir undir liðuni á Atla Gregersen í miðverjuni.

Nýggjur makkari skal finnast til Atla Gregersen og á miðvøllinum verður heilt nýggj samanseting neyðug, nú skaðar og leikbann raka landsliðshópin.

Tríggjar broytingar vera í øllum førum á føroyska A-landsliðnum í mun til seinasta dyst, tá landsliðið tapti 2-0 á útivølli. Sonni Ragnar Nattestad, Fróði Benjaminsen og Brandur H. Olsen eru ikki tøkir hesaferð, meðan Viljormur Davidsen er tøkur aftur.

Jóhan í miðverjuna

Nú var talan bara um fyrstu venjingina í morgun og tí skal tað takast við fyrivarni, men undir venjingini, tá verjuspæl bleiv vant, so spældi Jóhan T. Davidsen undir liðuni á Atla Gregersen í miðverjuni. Hetta var helst eisini mest upplagda valið frammanundan. Jónas Tór Næs spældi á høgra bakki og Viljormur Davidsen á vinstra bakki. Á miðvøllinum spældu Gilli Sørensen og Kaj Leo í Bartalsstovu á kantunum, meðan Sølvi Vatnhamar og Rógvi Baldvinsson spældu sentralt á miðvøllinum. Har skal havast í huga, at Hallur Hansson, ið er sjálvskrivaður í uppstillingini, ikki luttók í venjingini, tí hann ikki kemur til Andorra fyrr enn seinni í dag. Spurningurin er, um hann spælir sentralt á miðvøllinum ella hann verður aftanfyri Jóan Símun Edmundsson í álopinum.

Klæmint ella Páll frá byrjan?

Fleiri sum standa A-landsliðnum nær meta, at tað er sannlíkt at Jóan Símun Edmundsson antin fær ein makkara í álopið ella verður fluttur aftur sum hangandi álopsleikari. Hendir tað, so verður tað helst Páll A. Klettskarð ella Klæmint A. Olsen, sum fær møguleikan frá byrjan. Venjingin í morgun gav onga ábending um, hvørjar ætlanirnar eru í álopinum. Hvørki Páll ella Klæmint hava spælt nakran minutt seinastu dystirnar á A-landsliðnum. Tann sum seinast fekk spælitíð av teimum báðum var Páll, sum kom inn móti endanum í útidystinum móti Lettlandi. Størsti spenningurin kring uppstillingina í løtuni er, hvør loysn verður vald til álopið.