Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsti arbeiðsdagur í nýggjum bygningi

John William Joensen

Í Norðlýsinum nr. 19, fríggjadagin 21. maj, skrivaðu vit at Jórun hevði sett spakan í til nýtt bakarríð, og nú bert 6 mánaðar seinri hevur hon havt sín fyrsta arbeiðsdag í nýggju hølunum uppi á Borðoyavík

Jórun Mørkøre byrjaði egið bakarrí úti í Klaksvík í augsut 1999. Men hølisviðurskiftini úti í Klaksvík stóðu ikki longur mát við krøvini, og tí var neyðugt hjá henni at gera okkurt munagott, og tað endaði so við at avtalað varð gjørd við Norðhús um at byggja nýtt bakarríð uppi á ídnaðarøkinum við Borðoyavík.
– Vit høvdu eisini í huga at skjótt verður koyrandi um Leirvíksfjørð og tí er umráðandi at verða klárur at kappast tvørtur um Leirvíksfjørð, segði Jórun í viðtalu fyri hálvum árið síðan.
– Í somu samrøðu segði hon at teir hjá Norðhús høvdu lovað henni at hon skuldi klára at gera jólabaksturin í nýggja húsinum, og so varð.
 
Sera væl nøgd
Í morgun var so fyrsti arbeiðsdagurin í nýggju hølunum á Borðoyavík.
Bakaravørurnar, sum í morgun vóru seldar í handlinum úti í Klaksvíkini, vóru fyri fyrstuferð bakaðar í nýggju høllunum á Borðoyavík, og baði Jórun og starvsfólkið, lat væl at nýggju hølunum og nýggju útgerðini.
– Arbeiðsumstøðurnar hjá okkum er uppi eru ikki at samanlíknað við tær sum vit høvdu.
– Vit hava umframt hølisviðurskiftini, fingið nýggja útgerð, sum kemur at gera arbeiðsumstøðurnar hjá okkum munandi betur.
Enn er nýggi bygningurin hjá Jórun ikki liðugur enn, har vantar at gera skiftingarrúm, kantinu, pakkirúm og ymiskt annað.
Jórun roknaði við at móttøka fór at vera einaferð eftir nýggjár.
Hetta er fyrstu ferð at ein bygningur verður bygdur beinleiðis til bakarí í Klaksvík.