Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fyrsti blindi landsstýrismaðurin nakrantíð

Jóhann Lützen

Og hesa ferð fáa vit neyvan nakra svadu um “slipsalandsstýri” frá høvuðsstaðarpressuni.

Uni Rasmussen hevur fyri aðru ferð skrivað føroyska politiska søgu. Fyrru ferð var í 2019, tá hann varð valdur á ting sum tann fyrsti blindi løgtingsmaðurin nakrantíð. Hann lá ikki á løtu síðuni, og skjótt varð hann valdur til formann í Trivnaðarnevnd Løgtingsins. Løgtingið útvegaði honum sjálvsagt tey neyðugu hjálpitólini, ið gjørdu, at hann fekk arbeitt sum øll hini tingfólkini, og onki hevur verið, ið hevur bent á, at vantandi sjónin hevur tarnað Una í sínum arbeiði.

Í dag skrivaði hann so aftur søgu við at gerast fyrsti blindi landsstýrismaðurin í Føroya søgu. Uttan at taka nakað frá tingstarvinum, so er landsstýrissessurin meira krevjandi enn ein tingsessur, so hetta er ein størri avbjóðing, Uni hevur tikið á seg, men tey sum kenna Una og hansara lyndi og áræði, vita, at hann hevur alt, sum skal til fyri at klára seg væl í sessinum.

Hóast Fólkaflokkurin var tann einasti, sum setti eina kvinnu í Landsstýrið í 2019, hava skolurnar regnað yvir flokkin nú í januar, og serliga Miðlahúsið hevur koyrt hart uppá heitið “Slipsalandsstýri”, ið Miðlahúsið sjálvt hevur uppfunnið. Tann lættasti vegurin fyri at sleppa undan hesum skolunum hevði verið bara at sett eina kvinnu í Fíggjarmálaráðið, so tagnaði kritikkurin. Men Fólkaflokkurin valdi ikki lættasta vegin; teir settu mann, ið ikki sær, í sessin, og skrivaðu harvið politiska søgu.

Nú vita vit væl, at fremsta ynski floksins var at seta Jacob Vestergaard aftur, so hetta er ikki ein roynd at seta eina gloriu á flokkin. Men taktiskt er hetta sera skilagott. Fólkaflokkurin fær nú koyrt heili trý óskrivað bløð í landsstýrishøpi í positión til komandi løgtingsval, og tað í eini tíð, har flokkurin hevur mist minst eitt varafólk í Brandi Sandoy. Møguliga verður eitt varafólk afturat mist í Anniku Olsen – hon hevur ikki boðað endaliga frá enn –, og so er spurningurin um formaðurin heldur fram.

Kritikkur hevur ljóðað, at trý so óroynd landsstýrisfólk standa veik á landsstýrisfundum við meira garvaðar strategar sum Jenis av Rana, Kaj Leo Johannesen og Bárð Nielsen. Men at vera eitt óskrivað blað er avgjørt ikki bara ringt. Í filminum “Being There” frá 1979 verður leikluturin hjá Peter Sellers skotin upp sum komandi forseti. Onkrir hveppast við og siga, at hann er púra óroyndur. Men tað verður skjótt vent til ein fyrimun við at siga, at tað er nakað gott, tí “hann hevur ongi lík í lastini!”. Hetta ger, at allir samtykkja í at velja hann.

Hvat kvinnum í politikki viðvíkir, so er tað sjálvsagt rætt, at tær eru undirumboðaðar. Ongin ivi um tað. Men tað eru tær ikki einsamallar um. Undanfarna samgonga gjørdi nakað við at rætta upp uppá kvinnu-undirumboðanina, og tað skal hon hava alt rós fyri. Men tá fingu vit ein annan trupulleika, ið var økis-undirumboðan í Landsstýrinum. Eitt skifti vóru heili 6 av 8 landsstýrisfólkum hjá CEF-samgonguni búsitandi í Suðurstreymoy. Núsitandi landsstýrið hevur eitt umboð úr Norðoyggjum, tvey úr Eysturoynni, eitt úr Norðstreymoy og trý úr Suðurstreymoy. Her er tað landafrøðiliga raðfest hægri enn tað kynspolitiska, og tað er eisini ein erlig søk.

Alt í alt má sigast, at tað hevur eydnast Fólkaflokkinum rímiliga væl at bjarga vrakgóðsinum inn aftur, hóast flokkurin framvegis hevur djúpar foyrur í lakkinum. Avgerðin at seta Una Rasmussen sum fíggjarmálaráðharra fer heilt víst at vísa seg at geva úrslit positiva vegin.