Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsti dagurin hjá BORG sera væl eydnaður

John William Joensen

Tað var ikki eiti á gestablídni sum Borg sýndi viðskiftafólkum sínum fyrsta dagin

Í sambandi við navnabroytingina hjá Højgaards Handilsvirkið, Fulgafjarðar- og Klaksvíkar Timburhandli og Klement Petersen – høvdu allar deildir hjá Borg opid frá kl. 8.00 – 18.00 leygardagin 22. september. 
Hendan dagin bjóðaði Borg øllum til eitt stórt familjutiltak á deildunum í Runavík, Fuglafirði og Klaksvík.

Umleið 1800 fólk vitjaðu deildirnar, og ein rúgva av børnum komu at lurta eftir Trølla Pætur, Ommuni og Ommudidd. Børnini stuttleikaðu sær í hoppiborgunum og fingu góðgæti, ballónir og grøna Borg sodavatn. Tey vaksnu fingu kaffe og køku. 

Samanumtikið kunnu tey á Borg verður væl nøgd tí nýggja navnið og sniðið ser sera vækurt og væl eydnað.

Sí myndirnar