Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsti dystur Onglands við Capello sum venjara: Steven Gerrard fyrsti liðform. hjá Capello

Norðlýsið ÍTROTTUR

Nýggi venjari Onglands, Fabio Capello, hevur valt Steven Gerrard úr Liverpool sum sín fyrsta liðformann á enska landsliðnum, sum spælir venjingardyst á Wembley ímóti Sveis mikukvøldið.

Italiumaðurin Fabio Capello hevur fyri stuttum tikið sæti í einum tí heitasta venjarastólinum í heiminum, nevniliga tí hjá enska landsliðnum.

Venjarin undan honum, Steve McLaren úr Onglandi, slapp ikki at fullføra sína avtalaðu tíð í starvinum, tá tað fyri stuttum gjørdist greitt, at Ongland ikki megnaði at kvalifisera seg til EM-endaspælið í 2008, sum verður í Eysturríki og Sveis.

Enska fótbóltssambandið valdi hesa ferð at satsa upp á ein útlendskan venjara, og valið fall á tann 61 ára gamla Fabio Capello, sum hevur drúgvar royndir sum venjari hjá fleiri av fremstu feløgum í heiminum: AC Milan, Roma, Juventus og Real Madrid, har hann hevur nógv góð úrslit at vísa á.

Capello hevur tó ongantíð áður roynt seg sum landsliðsvenjari, og onkur hevur eisini víst á, at hann tí kann fáa óvæntaðar trupulleikar, tí tað verður sagt at vera munandi øðrvísi at vera landsliðsvenjari heldur enn fyri eitt fótbóltsfelag.

Hvussu er og ikki, so hevur nýggi enski landsliðsvenjarin nú valt sín fyrsta enska landsliðshóp, og nú er greitt, at hansara fyrsti liðformaður verður Steven Gerrard, sum mikukvøldið skal leiða enska landsliðið út á Wembley til fyrsta dystin undir Capello, sum er ein venjingardystur ímóti Sveis.

Capello hevur tó undirstrikað, at valið av Gerrard ikki er endaligt. Hann ætlar sær at bíða við tí endaliga valinum av liðformanni til tann fyrsta dystin í HM-undankappingini, sum verður í september.

John Terry, sum var enskur liðformaður undir McLaren, er skaddur í løtuni og er tí ikki við.