Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsti heiðursborgari síðani Christian Matras

Danial Viðoy

Um vikuskiftið, á Norðoyastevnu, varð Arnold Vegghamar valdur til heiðursborgara á Viðareiði. Tað er fyrstu ferð síðani Christian Matras á sinni varð valdur, at tað aftur er valdur ein heiðursborgari. Tað sigur eisini eitt sindur um Arnold, sigur Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri á Viðareiði.

Um vikuskiftið, á Norðoyastevnu, varð Arnold Vegghamar valdur til heiðursborgara á Viðareiði. Tað er fyrstu ferð síðani Christian Matras á sinni varð valdur, at tað aftur er valdur ein heiðursborgari. Tað sigur eisini eitt sindur um Arnold, sigur Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri á Viðareiði.

Borgarstjórin á Viðareiði sigur eisini, at hann veit ikki um nakrar aðrar heiðursborgarar enn Christian Matras og nú Arnold Vegghamar.

Tað má heldur ikki blíva ein vani at velja heiðursborgarar, tí so fer glansurin av sjálvum heitinum. Men tá ið ein borgari hevur gjørt seg verdan heiðurin, skal borgarin sjálvsagt fáa viðurkenning fyri tað:

– Arnold hevur gjørt seg verdan heiðurin, fortelur ein avgjørdur Viðareiðisborgarstjóri.

– Arnold Vegghamar hevur við síni list veruliga verið við til at branda og á ein hátt marknaðarføra Viðareiði sum bygd, greiðir Hans Jákup Kallsberg frá.

Hesum hevur Hans Jákup eisini rætt í. Tí umframt teir serstøku litirnar eru tað nógv kend støð á Viðareiði, sum ganga aftur í málningunum hjá nýklakta heiðursborgaranum. Tað er sum um, at Viðareiði er motivið, ímeðan sereyðkenda penslastrokið og heitu litirnir geva Viðareiði nýtt lív.

Ongin ivi um, at Arnold skuldi gerast heiðursborgari

Tað er kommunan, sum hevur tikið stigið, at velja Arnold til heiðursborgara.

– Uppskot kom fram um hetta á kommunustýrisfundi og eingin av kommunustýrislimunum var í iva um, at hetta uppskotið skuldi førast út í lívið – ongantíð ov skjótt. Síðani gekk tað skjótt, sigur ein væl nøgdur borgarstjóri.