Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum

Jákup Ósá

Sunnudagin spæla KÍ-kvinnurnar fyrsta heimadystin í ár.

Dysturin verður móti NSÍ, sum síðstu kappingarárini hevur kappast við KÍ í toppinum. Um NSÍ megnar at varðveita ta støðuna í ár er kanska meira ivasamt, tí frágongdin hevur verið stór í vetur. NSÍ vann í 1. umfari, eins og KÍ gjørdi, men hetta verður ein størri uppgáva hjá báðum liðum.

Dysturin í Klaksvík sunnudagin byrjar kl. 15.00.