Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsti heimadystur hjá KÍ

Jákup Ósá

Um vikuskiftið spælir KÍ sín fyrsta venjingardyst á heimavølli.

Um vikuskiftið spælir KÍ sín fyrsta venjingardyst á heimavølli.

KÍ hevur higartil bara spælt í Gundadali, har liðið fyrst vann 2-0 móti B36, áðrenn tað í venjingarkappingini seinasta leygardag bleiv til ein sigur, tveir javnleikir og eitt tap hjá klaksvíkingum.

Leygardagin kl. 13.00 verður fyrsti heimadysturin á skránni í 2014. Tá kemur NSÍ á vitjan. NSÍ verður ikki mett at vera eins sterkt sum í fjør, men í venjingarkappingini gjørdu teir bart og komu í finaluna, har teir eisini góvu HB dygga mótstøðu og ikki taptu fyrr enn í brotssparkskappingini. Hjá KÍ viðhaldsfólkunum verður hetta fyrsta høvið at síggja nýggju KÍ leikararnar Jonas Flindt Rasmussen og Ndende Adama Gueye í dysti á heimavølli. Sum skilst hava teir báðir staðið seg væl í venjingardystunum higartil.

Úrslit í venjingarkappingini 2014:

HB-KÍ 1-0 (Poul Ingason)

KÍ-Skála 1-1 (Sørmundur Kalsø)

AB-KÍ 0-0

KÍ-ÍF 1-0 (Jonas Flindt Rasmussen)