Eyðgunn Samulsen er fyrsta kvinnan, ið er varaborgarstjóri í Klaksvík.
Nú Jákup Mikkelsen er farin í farloyvið fram til 1. januar 2007, er javnaðarkvinnan, Eyðgunn Samuelsen, varaborgarstjóri.
Hetta er fyrstu ferð í søguni hjá Klaksvíkar Kommunu, at ein kvinna er varaborgarstjóri.
Óvist er tó um Eyðgunn Samuelsen sleppur at royna seg í borgarstjórasessinum, av tí at borgarstjórin sigur seg ikki hava nakrar ítøkiligar ætlanir um at halda fríð ella fara uttanlands í tíðarskeiðinum fram til 1. januar.




