Harleywoodpaint
Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsti landsdystur í meir enn 25 ár

Ítróttur

Mikukvøldið fara 12 føroyskir dart spælarar til Íslands. Hetta er í samband við stóru altjóða kappingina Winmau Open 2017. Dartsamband Føroya og Íslendska sambandið hava avgjørt, at hósdagin verður landsdystur landanna millum. Hetta verða fyrsti landsdystir hjá einum føroyskum dart landsliði í meiri enn 25 ár.


Talan verður um tríggjar landsdystir, ein A landsdyst, ein B landsdyst og ein landsdyst hjá kvinnum. Landsliðsvenjarin Esmar Mikkelsen hevur úttikið hesar spælarar, Annika Joensen (Team Sandoy) Gunnbjørg Dam (VDF) og Terja Ósá (KDF) Hjá kvinnum eru 3 leikarar á hvørjum liði. Hjá monnum eru hesir úttiknir. Bogi H. Isaksen (KDF) – Jens Albert Simonsen (VDF) – Jóannes Árting (HDF) – Jón Johansen (VDF) – Kristian Joensen (KDF) – Oddfinn Hansen (HDF) – Remy G Hansen (Kongshavn) og Uni Árting (HDF). 


Landsdysturin verður leiktur á Tangarhöfða 2 í Reykjavík hósdagin kl. 17.

Fríggjadagin verður farið til Keflavíkar, har kappast verður í tvímansleiki, har tað verður trekt um makkarar. Leygardagin er tann stóra einstaklinga kappingin og sunnudagin verður tvímansleikur. Í einstaklingakappingini kann leggjast afturat, at leikarar úr Hollandi, Onglandi, Svøríki, Noregi og Litava luttaka.  
Ferðalagið verður aftur í Føroyum 2 páskadag.