Feðgarnir Søren Z. Jacobsen og Hans Pauli Z. Jacobsen, ið hava rikið ítróttarhandlar í Klaksvík og á Tvøroyri í eitt áramál, hava nú lagað seg til nýggjar tíðir og hava fingið nýggjar samstarvspartar á innkeypssíðuni.
Sum handilsmaður, mást tú alla tíðina fylgja við tíðini, og tað krevur at tú altíð ert kappingarførur í prísum. Hetta er orsøkin til, at vit nú frameftir fara at koyra handlarnar hjá okkum í Klaksvík og á Tvøroyri, sum Sport 24 handlar. Við hesum gerast vit enn sterkari í kappingini um góðsku og prísir.
Tað er ikki frítt, at vit eru eitt sindur spent uppá at fara at taka ímóti viðskiftafólki okkara ímorgin, á fyrsta tunnilsdegnum undir nýggja konseptinum, sigur Søren Z. Jacobsen.




