Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsti túrurin hjá Norðborg hevur verið brúkiligur

John William Joensen

Í løtuni hevur Norðborg 640 tons av frystivøru, 100 tons av mjøli og 30 tons av lýsi sigur Eyðun Rasmussen, stjóri

Tað hevur gingið væl hjá Norðborg á fyrsta túrinum sigur stjórin í P/F Christian í Grótinum, Eyðun Rasmussen.

– Vit hava sum vantað havt ymiskar tekniskar trupuleikar og seinastu tríggjar dagarnar hevur Norðborg ligið í Íslandi har ymiskar tillagingar eru gjørdar.

– Í gjár fóru teknikararnir í land og Norðborg er farin aftur til fiskiskap. Í løtuni hava teir 640 tons av frystivøru, 100 tons av mjøli og 30 tons av lýsi. Ætlanin er at fiskað einar tvær vikur afturat og ætlanin er at koma heim við fullum skipið.

Nónhamar og Fjallshamar til fiskiskap
Teir báðir trolararnir Nónhamar og Fjallshamar verða í løtuni umvaldir á Klaksvíkar Skipasmiðju.

– Teir fara eftir aftur til fiskiskap í næstum og verður tað í samstarvið við Faroe Seafood.

– Safir og Smaragd eru til fiskiskap og teir landa til Fiskamarknaðin og fiskiskapurin hevur verið brúkiligur.

Hava ikki selt kvotur
Stjórin í Christian í Grótinum, Eyðun Rasmussen vantar sera truplar fiskivinnusamráðingar í Heyst.

– Allar tilráðingar viðvíkjandi svartkjaftinum mæla til lægri kvotur komandi ár og tí er spurningurin um vit hava nakað at lata Russum í heyst.

– Tað verður undir øllum umstøðum sera trupult at bíta svartkjaftin og neyvan verður nakað eftir at lata í bíti til russar fyri toskin úr Barentshavinum.

Spurdur um viðmerking til nógvu fjølmiðla umrøðuna av at P/F Christian í Grótinum hevur bjóða ørðum part av kvotuni hjá Norðborg, er stjórin í P/F Christian í Grótinum sera greiður.

– Vit hava ikki selt nakrað kvotu. Vit hava bjóða Vinnuni í Gøtu og øðrum at fiska av okkara kvotu men talan er als ikki um at selja burturav.