Týsdagin gjørdist so fasta sambandið til Vágarnar veruleiki.
Einhvør, sum hevur vitjað vestur í Vágarnar dugir helst at síggja, at tað liggja stórir møguleikar hjá vágamonnum í at hava fingið hetta sambandið.
Tosað hevur verið nógv um kostnaðin á ferðaseðlunum, og nú avtornaði er tað í nógvum førum bíligari at ferðast um Vestmannasund enn goldið verður ein túr við Dúgvuni um Lorvíksfjørð og harafturat tosar Strandferðslan um at neyðugt verður at økja prísirnar her við 15 prosentum.
Hóast onki er manningunum á strandfaraskipunum at dadla, so eru helst øll í útjaðaraøkjumum samd um at Strandferðslan hevur havt eina sera vánaliga leiðslu.
Tað var av fyrstan tíð skeivt fyriskipað at høvuðsskrivstovan hjá Strandferðsluni var løgd í høvuðsstaðnum, tí júst høvuðsstaðurin hevði minst brúk fyri strandfaraskipunum og tað hevur útjaðarin merkt í ólukkumát.
Tað er tí sera umráðandi at farið verður undir undirsjóvartunnilin um Lorvíksfjørð skjótast gjørligt. Um so er at steðgur skuldi komið í ætlaninar nú, so verður samfelagið í norðuroyggjum eftirbátur í ólukkumát, tí við tí tænastu sum Strandferðslan kann bjóða og teimum príshækkingum sum nú standa fyri durðum verður vinnulívið í Norðuroyggjum heilt einfalt ikki kappingarført.
Uttan iva er tað ein dyggur smeitur fyri Norðuroyggjar at formaðurin í Vágatunnlinum var noyddur at taka seg aftur úr nevndini fyri Norðoyatunnilin.
Tað er at vóna at løgmaður nú tekur hendan spurningin upp í álvara og setir nøkur ting upp á pláss, tí okkara samfelag eigur at brúka okkara egnu hollastu vitan tá slík samfelagslig ódnartøk skulu takast, sum hendan at gera tunnil undir Lorvíksfjørð.




