AB bjargaði sær helst framhaldandi sætið í Effodeildini við sínum fyrsta sigri á útivølli í meira enn 4 ár.
AB bjargaði sær helst framhaldandi sætið í Effodeildini við sínum fyrsta sigri á útivølli í meira enn 4 ár.
15. august 2009 vann AB seinast á útivølli í bestu deildini, tá AB vann móti B36 í Gundadali. Men tá skal sigast, at AB ikki spældi í bestu deildini í 2011 og 2012. Við sigrinum í dag hevur AB vunnið sær eina góða støðu í teirra ætlanum um at halda sær í deildini. 6 stig eru niður til TB á 9. plássi og 4 stig niður til KÍ á 8. plássi. AB hevur enntá ein dyst færri enn hini botnliðini og fáa teir stig móti HB mikukvøldið, so kann tað neyvan enda galið.
Hinvegin skal AB til Stórá næsta vikuskiftið, og tá kann TB minka munin niður i 3 stig, um AB tapir móti HB, og tá er einki avgjørt fyri framhaldandi plássinum hjá AB.




