Hesa vikuna fara vit at merkja ártísðina betur, enn vit hava gjørt higartil í heyst og í vetur. Tað fer at vera eitt sindur av vindi í dag. Í morgun vísa vindmátarar Landsverks vind upp í 10 m/s. Hetta er eitt stívt andøvsgul. Ættin er útsynningur og vestan.

Tað er eitt djúpt lágtrýst við ódnarveðri yvir Grønlandsfjørðinum, ið myndar veðrið á okkara leiðum í morgun. Tað er á veg norðureftir, so tað fer at missa takið á veðrinum í Føroyum seinni í dag. Í tess stað fer eitt annað djúpt lágtrýst at koma. Tað fer at halda somu leið og at mynda veðrið í Føroyum á sama hátt – tó verður vindurin nakað meiri. Hetta fara vit at síggja í morgin.
Í dag fer ættin at verða ímillum útsynning og vestan; vindferðin fer at veksa upp í eitt skrið, 15 til 18 m/s. Vit kunnu vænta sólglottar, men eisini ælaveður við regni og vátaslettingi.
Hitin í dag fer at liggja um 3 til 5 stig. Í kvøld verður tó kaldari.