Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrstu brúgvarnar flotaðar

klaksvik.fo

Arbeiðið við at flota og seta nýggju bátabrúgvarnar saman byrjaði fríggjadagin, og í dag er um helvtin sett saman á floti við vestara havnalag

Arbeiðið við at flota og seta nýggju bátabrúgvarnar saman byrjaði fríggjadagin, og í dag er um helvtin sett saman á floti við vestara havnalag

Nýggju bátabrúgvarnar verða í fyrstu atløgu settar saman við vestara havnalag, og síðan verða tær sleipaðar og settar saman til størri longdir, har gomlu brúgvarnar áður hava ligið.

Talan er um fýra stórar boltar, sum umvegis trý stór gummi-millumlegg binda brúgvarnar saman, og tað eru ein svii, ein finni og ein føroyingur, sum standa fyri arbeiðnum at samla brúgvarnar. Seinni verða eisini kavarar og onnur arbeiðsfólk partur av arbeiðnum.

Verkætlanin við bátabrúgvunum hevur higartil gingið skjótt og væl, men komandi vikurnar fær veðrið eisini sína ávirkan á arbeiðsferðina. Spælir veðrið við, kunnu bátabrúgvarnar samlast uppá einar tríggjar vikur, men hinvegin kunnu eisini ganga fleiri vikur, um veðrið ikki skikkar sær eftir vild, so vónandi fara veðurgudarnir at spæla saman við arbeiðsfólkinum komandi tíðina.

Harleywoodpaint