Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrstu fer síðani 1970

John D. Olsen

Flaggskipið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, 10 mannafarið Klaksvíkingur, vann róðurin á Sundalagsstevnu. Hetta er fyrsti FM-róðurin Klaksvíkingur hevur vunnið síðan 1970.

Á Sundalagsstevnu megnaði flaggskipið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag at vinna sín fyrsta FM-róður í samfull 36 ár. Hetta gjørdu teir, tá teir á Sundalagsstevnuni høvdu ein framúr góðan endaspurt, har teir tóku Eysturoying teir síðstu 7-500 metrarnir. Starturin gav Eysturoyingur bestu byrjanina. Tá teir høvdu róð umleið 500 metrar kom Klaksvíkingur ordiliga fyri seg, og tók seg væl inná og fekk fast við hann. Men tað var ikki fyrr enn umleið 700-500 metrar vóru eftir á mál, at Klaksvíkingur fekk stavnin framum Eysturoying. Og hildu teir hesa leiðsluna allan vegin á mál.

Hetta er fyrstu ferð at Klaksvíkingur vinnur ein FM-róður í 36 ár. (Vit hava tó ikki fingið fulla greiðu á hesum enn)

Bátsformaðurin á Klaksvíkingi, Rógvi Nielsen, sigur, at teir allatíðuna hava haft sum mál, at vinna FM-heitið í ár. Í samrøðu við Norðlýsið fyrr í summar segði hann, at hann helt at fortreytirnar fyri hesum vóru góðar, av tí at seks av manningini, ið róðu á Nevinum í fjør eru við á Klaksvíkingi í ár. Undan róðrinum í Klaksvík høvdu teir einamest vant á rógvimaskinum, so samansjóðingin ikki var tann besta undan róðrinum á Norðoyastevnu. Grundin til at teir einamest høvdu vant á rógvimaskinum var, at fleiri av manningini vóru uttanlands. Men segði hann, at hugburðurin og fysiskkurin var góður.

Rógvi Nielsen, sigur at trupulleikin til tann fyrsta róðurin var høga tempoðið. Til tann fyrsta FM-róðurin var tempoðið alt ov høgt og hava vit tí roynt at fáa tempoðið niður eftir tann róðurin, soleiðis, at vit kundu fáa meiri fyri tøkini. Nú eru tøkini meira seig og vísti hetta seg at geva úrslit á Sundalagsstevnu.


Tíðirnar hjá 10 mannaførunum vóru hesar:

1. Klaksvíkingur 8.49,21 2. Eysturoyingur 8.51,13 3. Havnarbáturin 9.06,13 4. Skálabáturin 5. Vestmenningur 6. Nólsoyingur 7. Vágbingur
Støðan: Eysturoyingur 12, Klaksvíkingur 12, Havnarbáturin 8, Skálabáturin 6, Vestmenningur 4, Nólsoyingur 2

Onnur úrslit hjá Klaksvíkar róðrarfelag á Sundalagsstevnuni:

Tekla var við í gentu barnaróðrunum og gjørdust tær nummar 3.
Nevið Reyða gjørdist nummar 4.
Páll Fangi, menn, gjørdist nummar 8.
Klaksvíkingur gjørdist nummar 1.

Úrslit frá Sundalagsstevnuni: http://www.drekin.fo