Hjaltur Poulsen er fyri langari tíð síðani farin undir fyrireikingarnar at gera framsýningina av livandi fiskum og nú eru fyrstu fiskarnir í kørunum.
Hann, ið gongur sær ein túr á Stengurnar og á norðasta pierin við egningarskúrðarnar, kann stytta sær stundir við at hyggja í kørini, sum eru uppsett til Sjómannadagin.
Tað er Hjaltur Poulsen, ið stendur fyri hesum tiltakinum, og longu nú eru állar, krutt, skrubbur, krabbar, hýsur og annað gott komið í karið.
Úti á Pollinum gongur springarin, ið eisini skal sýnast fram, men hann verður ikki fluttur inn til brúgvarnar fyrr enn til næsta vikuskiftið.




