Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrstu miniatururnar av Kópakonuni verða stoyptar á Looknorth leygardagin

Oliver Joensen

 Tað var eitt sindur av spenningi, um stóri formurin, til at stoypa miniatururnar av kópakonuni, fóru at náa fram til Looknorth úr Kina til tíðina. Men í gjár var tað so veruleiki. Formurin er komin og tá vit vóru á Looknorth fyri løtu síðani, stríddist stjórin, Árni Skaale við at skifta ein form úr maskinuni og riggaði til at seta kópakonuformin í.

slíkir formar eru dýrir og torskyldir, og hóast formurin vigar eini 250 kilo, so sær hann ikki so nógv út fyri verðini.

Leygardagin verður opið hús á Looknorth og tá fer millum annað at bera til at síggja maskinuna stoypa miniaturur og at fáa eina frágreiðing um, hvussu hetta gongur fyri seg. Samstundis ætlar Looknorth at gera nógv burturúr, men tað fæst nærri at vita um í Norðlýsinum, ið er borið í hvørt hús í landinum í gjár.