Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrstu pisurnar at síggja

Danial Viðoy

Havhestur verpir um miðjan mai, tíðum fyrr og tíðum seinni. Í dag, á syftisøku, sóu vit ta fyrstu pisuna. Tað sást, at hon nýliga er komin úr egginum.

Havhestur verpir um miðjan mai, tíðum fyrr og tíðum seinni. Í dag, á syftisøku, sóu vit ta fyrstu pisuna. Tað sást, at hon nýliga er komin úr egginum.

Havhestarnir verja sítt reiður sum reyðargull um dagarnar. Fleiri liggja á eggum og aðrir verma viðkvæmar pisur. Hesa pisuna, Norðlýsið hevur fingið mynd av í dag, er stødd í Nakkinum, sum er eitt feitilendi norðantil á Viðoynni.

Nú fara havhestarnir at fita sínar pisur væl og virðiliga til einaferð seint í august, tá ið havhestaungarnir verða ripaðir úr reiðrinum og oftani beint á sjógv.

Nógv vita, at nátar ella havhestaungar eru góðir bitar. Av teirri grund eru fleiri havhestaungar, sum ongantíð sleppa á flog, men enda sínar dagar í einum heitum potti ella ovni.

Lat um okkum vóna, at hendan pisan kemur væl fyri seg og sleppur at royna seg seint í august, annaðhvørt á flogi ella á nátturðaborði.

Harleywoodpaint