Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrstu stigini tikin

John William Joensen

Leingið er tað, ið væl skal vera, men umsíðir hava nývaldu býráðslimirnir funnið fram til hvør meirilutin í býráðnum verður.

Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava sum skilst, tikið seg saman í ein meiriluta við Steinbjørn O. Jacobsen, sum formanni og Jákupi Mikkelsen sum næstformanni. Hetta er enn ikki endaliga staðfest á býráðsfundi, men hetta eru menn samdir um frammanundan fyrsta býráðsfundinum hjá nýggja býráðnum.

Vit fara her at ynskja nýggja býráðnum tillukku og nógv góðynski á vegnum tey komandi fýra árini.
Uppgávurnar eru nógvar fyri framman og sigast má, at útlitini fyri framgongd í samfelagnum, tá hugsað verður um okkara fiskivinnu eru ikki tey bjartastu og minni enn so.

Hinvegin fer eitt stórt projekt av barkastokki um hálvt annað ár, og tað er Norðoyatunnilin. Vit vænta sjálvandi, at hetta stóra samfelagsátak fer at skapa meira aktivitet í Norðoyggjum, tí tað hugsað verður um kringumstøðurnar hinumegin fjørðin, so liggur Klaksvík heilt víst rættuliga væl fyri.

Seinastu dagarnar hava eitt sindur bjartari tónar aftur ljóðað viðvíkjandi ætlaða handilsmiðdeplinum í Klaksvík. Hetta verður eitt tiltak, sum eisini kemur at menna samfelagið her. Hóast hetta projektið onki hevur við útflutningsvinnuna at gera, so er hetta nakað, sum er alneyðugt fyri trivnaðin í einum framkomnum samfelag og tí verður hetta eisini við til at menna kappingarføri hjá Klaksvíkini og Norðoyggjum.

Í seinasta Norðlýsið nevnir stjórin í SMS, at teir eisini hava áhuga í hesum samfelagnum, so sigast má, at vit longu frammanundan Norðoyatunnlinum síggja økt virksemi.

Fremsta uppgávan hjá býráð okkara er at skapa gróðrarlíkindi fyri trivnaði bæði hjá borgarum og vinnuni og onki er at ivast í, at hetta verður tað stóra takið hjá komandi býráð.