Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fýrverk á fjørðinum

Visit Runavík

Eysturoyartunnilin verður leygardagin hátíðarhildin við einum braki á miðjum Skálafirði. Bátar, skrýddir við ljósperum, savnast á fjørðinum kl. 18:00 – nakrir teirra fara eisini at fylgja jólaskipinum úr Runavík. Afturúr sær hevur jólaskipið ein sleipaðan flaka, har alt hátíðarfýrverkið er savnað, – eftir ætlan verður alt brent av leygarkvøldið stutt eftir kl. 18:00.

Fyrireikararnir vóna, at fleiri bátar leggjast afturat. Til ber at lesa meira um tiltakið á www.visitrunavik.fo ella á facebookvanganum hjá Visit Runavík.

Tað eru Runavíkar kommuna og Sjóvar kommuna, sum skipa fyri fýrverkinum á Skálafjørðinum leygardagin.

Ætlanin hevur ongantíð verið, at dagurin, tá ið Eysturoyartunnilin letur upp, bara skuldi fara framvið. Orsakað av íkomnu koronustøðuni vóru fleiri tiltøk fyriskipað, broytt og avlýst, – tó eru nýggj komin undan kavi.

Jólaskipið, jólamenn, jólaperur og jólaprýði seta sín dám á økið. Snotuliga Skótahúsið við Løkin fyrireikar jólacafé, har borðreitt verður við súpan og onkrum leskiligum omaná.

Handlarnir í økinum spíla seg út, og hava opið til kl. 22, so tað verður ómakaleyst at avgreiða allar jólagávurnar í Runavík tunnilsdagin.

Í Doktaragrundini í Heiðunum, nærindis Gulasteinsvegi og Heiðavegi, er ein forvitnislig jólaframsýning sett upp. Tríggjar hugnaligar smáttur, skrýddar við bommum, standa á grasfløtuni. Í einari av smáttunum ber til at keypa dónuts og kaffi.

Í Æðuvík er Jólabygdin opin frá 15-20. Til ber at vitja Jólacafé´ina “To Go” og at keypavørur frá Olafsdóttir.

Í Saltangará hava Hildarleir og Anette Sonne sett upp eina forvitnisliga søluframsýning í sýnisgluggunum nærindis Radiobúðini á Heiðavegi 52.

Kom og vitja okkum á Skálafjørðinum, nú Eysturoyartunnilin letur upp. Øll eru hjartaliga vælkomin.