Vit sóknast eftir 2 ágrýtnum, jaligum og hugskotsríkum starvsfólkum til virksemi okkara.
Størvini eru:
- Fysioterapeutur, starvsbrøk 0,8. Arbeiðsstaður út frá Heiminum á Grønanesi í Vestmanna
- Ergoterapeutur, starvsbrøk 0,8. Arbeiðsstaður út frá Mørkini í Streymnesi
Tú kemur at verða partur av einum terapeutiskum starvsbólki á tils. 4 starvsfólk (2 fysio- og 2 ergoterapeutar).
Vit kunnu bjóða góðar karmar, dugnaligan starvsfólkahóp og spennandi uppgávur.
Meira fæst at vita um starvið og um okkum á heimasíðu okkara www.veks.fo
Umsóknarfreistin er mikudagin 25. oktobur 2017 kl. 12:00.
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo




