Ein útvarpsvertur hevur eisini kalla tað eina hvirlubrók.
Tað eru vist fá, sum ikki hava hoyrt um hetta plaggi. Fyri tey, sum ikki heilt vita, hvat tað handlar um, skal sigast frá, at ein g-strongur er einar lítlar trussir, sum ístaðin fyri toy um rumpuna hava ein tráð ella ein toy-strong inn ímillum rumpuna.
Eina tíð hevur tað verið øgiliga moderna at ganga í g-strong, serligani um hann sæst. Í minsta lagi skal hann síggjast, tá ein setur seg niður og buksurnar glíða eitt sindur suðurum. Summar siga at tær bara brúka g-strong, fyri at trussukanturin ikki skal síggjast ígjøgnum buksurnar. Uttan at fara í smálutir, vildi eg hildi, at tað finnast behagiligari ráð fyri tí.
Ein g-strongur er eitt plagg, sum sendir eitt seksuelt signal. Hann loysir ongan praktiskan trupulleika, sum ikki kann loysast behagiligari og betri á annan hátt.
Tað rakar ikki meg, um vaksnar kvinnur, við ábyrgd fyri egnum kynslívið, ganga útfordrandi ílætnar. Men er tað rætt, at smágentur vísa g-strong og harvið rumpu?
Í skúlanum í Klaksvík og í øllum førum einum skúla í Havn, hava børnini eitt spæl fyri. Dreingirnir geva gentunum "veking". Tað gongur út uppá, at koyra hondina niður í buksurnar aftanfyri, fanga g-strongin, og toga hart í. Ofta verður toga so hart í, at strongurin slitnar, og tí hava genturnar eyka trussir ella g-strong við í skúla. Hetta eru 10-12 ára gomul børn, og eldri, vit tosa um, og tað er ikki bara nøkur fá. Kanska er tað lættast hjá okkum vaksnu at lata eyguni aftur og siga: Tvætl, hatta er bara óskyldugt barnaspæl. Men, eitt spæl sum lærir smágentur, at finna seg í nøkrum so óbehagiligum, og sum lærir dreingirnir at fara tvørturum eitt intimt mark, er ikki bara tvætl.
Í ørðum samanhangum hoyra vit um kvinnur, sum verða neyðtiknar, ella á annan hátt misbrúktar. Tá er mangan tað argumentið á lofti, at "hon var sjálv úti um tað, soleiðis sum hon gongur ílætin", og hetta siga bæði konufólk og mannfólk. Mín meining er, at konufólk altíð hava rætt til at siga nei, um tær so eru spil-naknar. Men tað havi eg skilt, at ikki øll halda.
Hvat nú um ein smágenta gongur og sendir seksuel signalir, sum hon als ikki veit, hvat kunnu føra við sær? Um vit vilja vita av tí, ella ikki, eru tað fólk, sum misbrúka børn seksuelt, jú, tað hendir eisini í Føroyum, og tað finnast vaksin fólk, sum eru so forskrúðaði, at tey siga, at børn sjálv tilvita leggja upp til sex. Eru smágenturnar so eisini "sjálvar úti um tað, soleiðis sum tær ganga ílætnar"?
Eg vil undirstrika, at tað rakar ikki meg, hvussu vaksnar kvinnur, sum vita hvat tær gera, ganga ílætnar. Men ein g-strongur er eitt seksuelt signal og tað er ongin praktisk orsøk til at smágentur skulu ganga í teimum.
ms




