Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

G!: Tjaldingarøkið byrjaði við einum brakið aftur í ár

Danial Viðoy

Tað er líkt til at G! ger gott veður. Tað hevur eydnast væl seinastu árini við góðum veðri. Tá ið tjaldingarøkið lat upp í gjár, var heldur einki undantak, gott veður og glaðir ungdómar. Tónleikaframførslurnar byrja í dag. MYNDIR.

Edith Johannesen tók nakrar myndir fyri G! Festivalin í gjár, tá ið tjaldingarøkið lat upp. Vit hava fingið loyvið at fjølrita tær yvir á Norðlýsið. Tøkk veri tær, Edith og G! Festivalurin.

Norðlýsið fekk sjálvandi ikki verið á staðnum í gjár, tí seinasta skotið fyri Viðareiðistunnilin varð latið av um somu tíð.

Tónleikaframførslurnar byrja seinni í dag. Eitt nú skal Hans Andrias Jacobsen spæla klokkan 18.30, umframt at nógv onnur góð og ”upcoming” nøvn eisini trína á pall.

Men áðrenn tað, verða tit lesarar noyddir at síggja niðanfyristandandi myndir. So stuttligar og hugagóðar: