Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

G14 liðið hjá Stjørnuni er í steypafinaluni

Jákup Ósá

Tað var spenningur fyri allar pengarnar, tá U14 liðið hjá Stjørnuni í morgun tryggjaði sær pláss í steypafinaluni.

Tað vera fleiri lið úr Klaksvík í steypafinalunum hjá yngru deildunum í hondbólti. Fyrr í morgun tryggjaðu U14 dreingirnir hjá Team Klaksvík sær pláss í steypafinaluni. Og løtu seinni tryggjaðu U14 genturnar hjá Stjørnuni sær pláss í steypafinaluni. Stjørnan spældi hálvfinaluna móti EB í KÍ høllini. Talan bleiv um ein sera spennandi dyst, ið endaði við javnleiki eftir vanliga leiktíð. Eftir longda leiktíð hevði Stjørnan tryggjað sær ein 13-10 sigur og harvið eitt pláss í steypafinaluni.

Fyri Stjørnuna skoraði Maria Biskopstø 5 mál, Óluva A. Joenen 5 mál, Sára Bertholdsen 1 mál, Ranvá K. Hansen 1 mál og Barbara Eysturdal 1 mál.

Myndin er tikin av hópinum hjá Stjørnuni eftir sigurin í morgun.