Á heimferðini á hesum met túrinum hava vit fingið nakrar myndir sendandi.
Gadus kemur væntandi á Klaksvík seinnapartin fríggjadagin. Helst umleið kl. 16. Heimferðin hevur gingist væl og hava teir havt gott veður til vasking og annars vanliga arbeiði, ið hoyrir til eina heimferð.
Sum nevnt áður, so fiskaði skipið 740 tons uppá 23 døgn, ið er besti túrurin hjá skipinum undir føroyskum flaggi. Eina døgnið fóru heili 43 tons niður i lastina. Myndirnar á heimreisuni tók Høgni Biskopstø, har m.a. eisini ein felagsmynd bleiv tikin frammi á bakknum seinnapartin í dag.
Gadus fer væntandi nýggjan túr eystureftir í russiskan sjógv í næstu viku.




