Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gadus á Klaksvík við 700 tonsum av flaki

Oliver Joensen

 Í nátt ella tíðliga í morgun kom trolarin Gadus hjá JFK-Trol á Klaksvík við 700 tonsum av flaki eftir at hava roynt í Barentshavinum í knappar tríggjar mánaðar.

Ólavur Biskopstø, skipari á Gadus sigur, at hóast túrurin hevur verið nakað longri enn teir seinastu túrarnir hava verið hjá Gadus, so er hetta ein góður túrur hjá okkum og vit rokna við, at hetta kanska er størsta lastin í virði hjá skipinum.

Fiskaríið hesa tíðina í ár hevur verið á leið tað sama sum somu tíð seinasta ár. Vit fór tíðliga og fyrstu 14 dagarnar í september, tá vit komu yvir, góvu snøgt sagt næstan onki. Síðan hálvan oktober hava vit fiska 500 tons, og seinastu vikurnar hava vit ligð um 80-90 tons, og tað er nógvur fiskur.

Nú verður ikki farið avstað aftur fyrr enn í nýggja árinum. Báturin fer á beding at gera ymiskt smávegis, nær tað verður liðugt vita vit ikki rættuliga, men aftaná nýggjar verður farið nýggjan túr.

Vit vóru 32 mans við hendan túrin og veiðan verður løgd upp á NFCS í Klaksvík í løtuni, sigur Ólavur Biskopstø, skipari á Gadus at enda.