Bert um eina viku, steðgaði Gadus á Klaksvík. Í kvøld fóru teir so aftur í Barentshavi. Hesaferð var tað sonur Hanus Hansen, Jógvan Hansen, ið loysti pápan av at loysa endan tá skipið fór.
Fiskiskapurin hevur verið nakað lakari hjá Gadusi seinasta túrin, og roknað verður tí ikki við at teir vera heima á jólum. Tí fór nógv gott umborð, ið skuldi gera teimum jólini hugnalig. Ikki minst, fóru jólagávurnar eisini umborð, áðrenn skipið fór avstað.
Eftir at Rógvi Joensen hevði hildið eitt stutt møti umborð, varð manningin kallað saman, har Jógvan Hansen hevði eitthvørt at siga manningini og samstundis ynskti teimum góðan byr yvir havið og góðan fiskiskap.
Síðani var loyst frá landi, og kósin er sett. Vit ynskja teimum alt tað besta og góðan túr.




