Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gadus andøvir eystanfyri

Oliver Joensen

 Tað er av allar ringasta veðri og tað tarnar Gadusi á heimferðini. Teir liggja nú og andøva einar 47 fjórðingar í ein lágan landnyrðing úr Fugloynni.

Flestu bátarnir sum fiska kring Føroyar eru komnir inn  ella kroka við landið. Sunnanfyri Borðoynna liggja fleiri skip, nakað sunnanfyri Gadus liggur tó Sjagaklettur og í Nólsoyarfirði liggja eisini skip og kroka.

Sum skilst, so boða veðurmenninir frá meira vindi seinnapartin.