Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gadus heim við fullari last

Jákup Ósá

Gadus fór í gjárkvøldið at sigla heim við fullari last.

Gadus fór í gjárkvøldið at sigla heim við fullari last.

Gadus hevur gjørt ein góðan túr. Teir hava roynt í russiskum sjógvi og hava longu fingið uppí. Teir fóru av Klaksvík 28. desember og hava umleið 750 tons í lastini nú, so talan er um ein sera góðan túr. Meginparturin er toskur.

Gadus hevur leið móti Noregi nú, har teir skulu bunkra áðrenn kósin verður sett móti Klaksvíkini.

Skipari er Ólavur Biskopstø.