Um trý tíðina í nátt, kom Gadus aftur av túri eystanífrá. Teir fóru av Klaksvík 21. juni og hava góð 750 tons av flaki í lastini, sum teir leggja upp í Klaksvík í dag.
Annars er nógv virksemi við Vágna, fleiri russarar eru á Klaksvík eins og stóra ferðamannaskipið Briliance of the Seas. Nógv av øðrum skipa og bátavirksemi er eisini báðu megin Vágna.




