Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gadus og Sjúrðarberg heilsaðust

Jákup Ósá

Í gjár heilsaðust Gadus og Sjúrðarberg, tá skipini sigldu hvør sín veg.

Gadus fór leygarnáttina nýggjan túr í Barentshavið. Og frá Barentshavinum sigldi Sjúrðarbeg heim við fullari last og legði at bryggju í Klaksvík á middegi í dag. Í gjár heilsaðust skipini og Høgni Biskopstø, sum siglir við Gadus, fekk tikið hesa góðu mynd av Sjúrðarbergi í bæði aldu og rulli.
Gadus og Sjúrðarberg eru trolararnir hjá JFK Trol, sum fiska gomlu kvoturnar hjá Skálabergi og Sundabergi.