Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gadus rokast

Danial Viðoy

Gadus, sum fekk eina heldur slaka byrjan upp á hendan túrin í Barentshavinum, rokast sanniliga í hesum døgum. Í gjár fingu teir heili 44,5 tons niður í lastina av flaki og heilfrystum, sum sigst vera innanhýsis met umborð.

Gadus hevði í gjárkvøldið 630 tons. Gadus megnar at lasta á leið 750 tons, kanska meira.

Gadus legði frá landi 12. juni og er túrurin góðan mánað gamal. 18. juni fór trolið út fyrstu ferð. Tað er longu talan um ein góðan túr.

Vónandi fer fiskaríið at halda sær hjá teimum. Góðan fiskiskap víðari!