Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gágga og ferðafólk

John D. Olsen

Um heystið og veturin fiskar Komet gággu, og um summarið er ætlanin at sigla við ferðafólki. Mánadagin gjørdi báturin ein met túr í Svínoyarhavinum.

Tá dreggið er á borðið sleppur tann fyrsta rúsan botninum. 75 favnar av línu skulu dragast til hon er á borðið, og tá eru umleið 670 aðrar rúsur sum skulu dragast, tømast, agn koyrast í og setast aftur áðrenn aftur verður lagt at landi.

Norðlýsið var mánadagin við á gágguveiðu sunnanfyri í Svínoyarhavinum, umleið 5-6 fjórðingar úr Skorini. Tað er Klæmint Hansen, sum eigur Komet, ið er skipari. Klæmint er ættaður av Sandi, og giftist til Klaksvíkar í 1990 við Merry, dóttur Maluna og Eli Mikkelsen, sála.

Vit fóru avstað um knapt 7 tíðina mánamorgunin. Kósin var sett suðureftir inn við Borðoyarlandinum, tí tað rak norður í fjørðinum. Nógvar gággur bíðaðu eftir at verða hálaðar uppá dekkið á dekksbátinum og síðan niður í lastina á Komet hendan dagin.

Fóru at hugsa um gággu og ferðavinnu

Fyri 8 mánaðum síðan keypti Klæmint saman við Petur Simonsen Brattanes úr Suðuroynni. Teir góvu honum navnið Komet.

“Vit ætlaðu okkum at keypa ein bát, ið var egnaður til at dríva gággufiskarí við um heystið og veturin, so sum eisini var í so mikið góðum standi, at hann kundi brúkast til at ferðavinnuna um summarið. Í byrjanini ætlaðu við eisini at fiska gággu til útflutnings, men tað eydnaðist ikki okkum at fáa loyvið til tað. Várborg hevði longu tá fingið eitt fyribils loyvið til at útflyta gággu. Myndugleikarnir ynsktu fyrst at fáa meiri vitan um útflutning av gággu, áðrenn fleiri loyvi vórðu givin”, greiðir Klæmint frá, og leggur afturat, “at sum eg skilji, so hevur tað ikki eydnast serliga væl hjá Várborg at fingið lønandi virksemi burturúr. Vit hava ikki slept tankanum um at útflyta, men fyribils fiska vit bert til agn, tá sesong er, og ætlað at sigla við ferðafólkum um summarið.”

Væl riggaður

Tá báturin var keyptur í apríl/mai 2006, var nakað at gera við hann. Fyrstu tíðina var nógv orka løgd í at rigga til. Klæmint legði seg eftir at fáa so góðar arbeiðsumstøður á dekkinum sum møguligt. Útgerðin skuldi verða gjørd soleiðis, at tað skuldi verða lætt at draga trossarnar við rúsunum, uttan at tann nógva orkan skuldi leggjast í at toga og hala tær vatn- og gággutunu rúsurnar uppá borið á dekkinum. Tí riggaði Klæmint, við hjálp frá smiðjumanni, eitt spæl nokkso ovarlaga mitt inni á dekkinum við einari opnari talju úti við lynningina, soleiðis at teymarnir til rúsurnar lættliga kundu koma leysir av línuni, so spæli harvið kundi draga rúsurnar uppá borðið. Fyri at lætta um arbeiði er eisini ein skiljimaskina gjørd, sum skilir smáu gágguna frá tí størri.

“Um vit ætlaðu okkum nakað veruligt við gágguni, vistu vit, at tað neyðugt at verða væl riggaður. Tað er eyðsæð, at um tú ætlar at draga 600 rúsir ein dag, so er týdningarmikið, at tað ikki er handamegi, sum skal brúkast at lyfta hvørja rúsu. Tí hava vit gjørt eitt sindur burturúr at gera eina dragiskipan, sum er væl egnað til at draga rúsur. Eisini er gjørd ein gágguskiljari, sum skilir smáu gágguna frá tí størru, sum fer niður í lastina eftir eini rennu vit lættliga kunnu flyta so hvørt sum kassarnir verða fullir í lastini. Tann smáa gággan hon fer beinleiðis í havið aftur. Á henda hátt verða vit spardir frá nógvum arbeiði, umframt, at øll tann gággan sum ikki verður brúkt til agn tí hon er ov lítil, sleppur niður aftur á botnin at vaksa seg stóra.”

Støðug roynd

Fyrst í september tá Komet byrjaði at fiska gággur høvdu teir ikki so nógv strekkir undir sum teir hava í dag. Eisini vóru teir eitt sindur darvaðir av byrjunartrupulleikum, men í byrjanini á oktober so høvdu teir fingið umleið 600 rúsur í havið og teir smáu rættingarnar til útgerðina vóru fingnir uppá pláss.

“Síðan tá” greiðir Klæmint frá, “hava vit havt støðuga roynd eftir gággum. Vit, eins og allur útróðrarflotin, hava verið nógv darvaðir av vánaliga veðrinum í vetur, men teir dagarnar, ið vit hava verið úti hevur gingist væl við at fáa gággu. Tá vit komu uppá góðar 600 rúsur, áleið tað sum vit hava í dag, so hava túrarnir fyri tað mesta ligið um 2,5 – 3,0 tons um dagin”sigur Klæmint.

Ungur gággufiskari

Við hendan túrin var 17 ára gamli klaksvíkingurin, Hans Jacob Joensen, abbasonur Hans Jacob hjá Dáva, sonur Djóna og Paulu Joensen. Hetta er næsti túrurin hann er við Komet. Tá Hans Jacob varð liðugur við 10. flokk síðasta summar fór hann beint eftir summarsteðgurin var byrjaður, eins og pápin undan honum eisini gjørdi, við Skoleskipet Danmark fyrst í juli. Umborð á skúlaskipinum var hann í 10 vikur og hareftir var hann á sjómansskúla í Fredrikshavn í aðrar 10 vikur.

“Mær dámar væl hetta lívið, men enn havi eg bert verið tveir túrar. Í dag hevur verið av besta veðri, og tá er tað altíð stuttligt at flóta” sigur Hans Jacob, og leggur afturat, “tað er akkurát sum tað skal vera, tá væl er at fáa.”

Gekk væl at draga

Tann fyrsta rúsan var tømd niður í skiljarin um leið kl. 10:00. Fyrsta strekkið gekk eitt sindur spakuligt men allíkavæl væl at draga. Umborð á einum gággubáti, er arbeiðið, eins og eg haldi, at tað er umborð á øllum fiskiskipum, merkt av endurtøkum. Umleið 670 rúsur eru, sum allar skulu tømast, loysast úr línuni; nýtt agn skal leggjast niður í rúsuna, rúsurnar skulu stáplast aftur við stýrhúsið og fram á dekkið. Tá hetta er gjørt umleið 135 ferðir, sum er talið á rúsunum í hvørjum strekki, so verður dreggið og standarin við boyuni á endanum eisini drigin. Fyri at fullfíggja arbeiði við hesum strekkinum skal tað so aftur í havið. Soleiðis verður gjørt við øll fimm strekkini: taka boyuna, draga standarin, dreggið á borið, 75 favnar til fyrstu rúsuna. 135 rúsur áðrenn 75 favnar er til dreggið, og eftir tað eini 75 favnar til boyuna; aftur at seta.

Arbeiðið gekk væl hendan dagin. Í meðal gingu 2 tímar og 15 minuttir til hvørt strekkið. Hans Jacob kastar seinastu boyuna umleið kl. 21:00.

Góður túrur

Kósin var beinanvegin sett ímóti Borðoyarnesi við fullari fer. Áðrenn teir báðir Klæmint og Hans Jocob fóru undir at vaska og rigga dekkið av, fingu teir sær ein lítlan bita. Prátað var, um hvussu nógv teir mundu hava fingið. Teir vóru á einum máli um, at tað var ein góður dagur, men neyvt at siga, hvussu nógv niður var komið dugdu teir ikki. Klæmint helt, at tað mátti fara at verða útvið trý tons ella meir. 11 kassar vóru so at siga fullir, men ringt var at meta, hvussu nógv gágga var farin ímillum kassarnar

Eftirspurningur og prísur

“Halló, ja, hvør er tað? Eg rokni við at tað mesta av gágguni, sum vit hava fingið í dag longu er bílagt. Men eg skal hava teg í huganum.” Klæmint leggur hornið á og hyggur frameftir og síðan niður í radarin og plottarin. “Tað var ein bátsformaður, ið ringi og spurdi um gággu” sigur hann, tá eg standi so spyrjandi. “Tað hevur ongantíð staðið á at selt gágguna. Fyri tað mesta hevur tað verið soleiðis, at vit ikki hava klára at nøkta eftirspurninginum. Bragd og Kallanes fáa fyrst, og í øðrum lagi fáa hinir bátarnir. Føst avtalað er millum okkum, um at teir fáa fyrst. Men eg rokni við, at aðrir bátar fáa eitt sindur í dag, tí veiðan hevur hilnast so mikið væl” sigur Klæmint við einum ávísum nøgdsemisbrái á andlitinum.

Tá eftirspurningurin eftir gággu er so stórur, so merkir tað, at prísurin eisini er hareftir. Kiloprísurin er 10 kr. Gágga er tiltikið gott toskagn og tí vilja útróðrarmenn sera gjarna fáa gággu sum agn, og eru tískil eisini til reiðar at gjalda tað, sum skal til fyri at fáa fatur á toskaagninum.

Stuttleikafiskarar og ferðafólk

Av tí at toskafiskiskapurin fyri tað mesta er um heystið og veturin, so passar tað væl við hugsanina, um at sigla við ferðafólkum um summari, tá eftirspurningurin er lítil. Hartil kemur, at tað er trupult at goyma gágguna ta heitu tíðina á árinum. “Fyrst í mai, tá tosafiskiskapurin er minkaður, tá steðga vit við at veiða gággu. Tá fara vit at leggja okkum eftir at sigla við ferðafólki og sokallaðum stuttleikafiskarum. Tað verið seg føroyingum ella útlendingum. Vit hugsa eisini um føroyskar fyritøkur, sum halda tað vera áhugavert at seta ein dag av til starvsfólkini, har tey kunnu verða saman um nakað annað enn dagliga arbeiði. Komet er góðkendur til at sigla við 12 ferðafólkum. Í summar, tá Smyril Line skipaði fyri fiskikapping útfrá Runavík, tá var eg har úti og hevði stuttleikafiksarar umborð í tríggjar dagar” greiðir Klæmint mær frá, tá vit eru komnir innum Borðoyarnes við kós beint ímóti Gøtunesi.

Mettúrur

Klokkan 8:00 týsmorgunin var lastbilur komin oman á bryggjuna at hiva kassaranar við gággunum upp. Umboð fyri nakrar av útróðrarbátunum vóru møttir fyri at taka av sær gággunum, sum teir skuldu hava. Tá allir kassarnir vóru komnir uppá turt vísti tað seg, at fongurin var góðar 11 kassar. Meira nágreiniligt vág veiðan 3.120 kg. Hetta er besti túrurin, sum Komet hevði gjørt.

Teir bátarnir, sum fingu gággu fara nú at krøkja gággurnar uppá húkarnar, samstundis sum Komet ger klárt at fara næsta túrin, sum eftir ætlan skal verða mikumorgunin.